Gøtu kirkja

Ferðafólk

Hjartaliga vælkomin í Gøtu kirkju

Upplýsingar til ferðafólk

Opið
Gerandisdagar kl. 14:00–16:00.
Eftir avtalu
Vitjanir uttanfyri hesar tíðir kunnu avtalast við at ringja 21 10 76.
Atgongugjald
20 kr. fyri persón. Einki atgongugjald er til guðstænastur og kirkjuligar tænastur.
Guðstænasta
Sunnudag kl. 11:00 í summartíð og kl. 12:00 í vetrartíð.

Kunning um kirkjuna

Arbeiðið at gera hesa nýggju kirkjuna byrjaði tann 1. apríl 1985.

Kirkjan varð vígd tann 25. juni 1995, og tað var Hans Jacob Joensen, táverandi bispur, sum vígdi hana. Hennara hátign Margreta drotning 2. var til staðar, og í sambandi við norðurlendskan bispafund í Føroyum vóru bispar úr Norðurlondum eisini til staðar. Peter O.K. Olofson, sóknarprestur, prædikaði við støði í dagsins teksti, sum var úr Luk. 14,16-24.

Tað eru Jens Wilhelm, Ole Jensen, Suni Dalsgaard og Jákup Egholm Hansen frá Landsbyggifelagnum, sum hava teknað og projekterað kirkjuna. Takkonstruktiónin hevur fingið sokallaðu heiðurslønina fyri límtræ. Listprýtt hevur Tróndur Patursson.

270 sitipláss eru í kirkjuni. Til ber at draga ein vegg frá, so at konfirmantastovan verður partur av kirkjurúminum. Kirkjustólarnir og trægólvið eru úr finskari furu, og hurðar og vindeygu eru úr oregonfuru. Marmorgólvið er úr italskum marmori.

Klokkutornið og klokkurnar

Klokkutornið er myndað sum tríggir krossar, sum ímynda teir tríggjar krossarnar á Golgata. “Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.” (1. Kor. 1,18). “Hann strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.” (Kol. 2,14).

Kirkjan hevur tvær klokkur við somu innskrift á báðum: “Eg ringi yvir bygdir hvøll, eg kalli fólki: komið øll.”

Urgan

Urguna hevur Wilhelm Hemmersam bygt. Hon varð upprunaliga bygd til Ångelholm kirkju í Suðursvøríki í 1960. Í 2002 varð hon tikin niður og flutt til Samuelskirkjuna í Keypmannahavn. Í sambandi við, at Samuelskirkjan læt aftur í 2013, fekk Gøtu kirkja urguna sum gávu. Áðrenn hon varð sett upp her í kirkjuni, setti Gunnar F. Husted Orgelbyggeri í Fredensborg hana í stand. Í hesum sambandi varð hon eisini bygd út við elektroniskari setsaraskipan, sum er eitt slag av goymsluskipan og forritan.

Urgan er mekanisk við trimum manualum og 34 stemmum. Urgan varð vígd og tikin í nýtslu í Gøtu kirkju hvítusunnudag tann 8. juni 2014.

Henda urgan var ein av yndisurgunum hjá Finn Viderø. Finn Viderø, sum hevði røtur í Føroyum, var tann fyrsti danski urguleikarin, sum varð kendur úti í heimi.

Urgan, sum var áðrenn henda, hevði 14 stemmur, og hana bygdi Verland Johansen í 1973. Hon varð bygd til Havnar kirkju, sum nú er dómkirkja. Hiðani varð hon givin sum gáva til Gøtu kirkju, og versonur Verland Johansen, Kristian Kruse, setti hana upp. Tann 12. oktober 1997 (20. sunnudag eftir trinitatis) varð urgan alment tikin í nýtslu í Gøtu kirkju. Hesa urguna hevur Argja kirkja nú fingið sum gávu. Hon varð fyrstu ferð tikin í nýtslu har hvítusunnudag 8. juni 2014.

Reyði messuakulin

Tann reyði messuakulin er gáva til kirkjuna í samband við vígsluna. Á rygginum er ein íseyming, eitt broderí, við íblástri úr træverkinum frammi í kór í gomlu kirkju í Norðragøtu (frá 1833). Motivið er ein sól við tvær ferðir tólv strálum. Strálurnar eru gjørdar við íblástri úr træverkinum frá 1833. (Sí seinni um tólvtalið.)

Jesus sum lívsins sól: “Men yvir tykkum, ið óttast navn mítt, skal rættvísisólin rísa við heilsubót undir veingjum sínum; og tit munnu ganga út á vøll at spæla tykkum, eins og kálvar slopnir úr kvíggj.” (Mal. 4,2). “Og tú við, lítla barnið (Jóhannes doyparin), skalt verða nevndur profetur hins hægsta; tí at tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans, at búgva út vegir hans, at geva fólki hans kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra, fyri Guðs várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við, at lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri og skugga deyðans, at beina fótum várum inn á friðarleið.” (Luk. 1,76-79).

Við at brúka motiv úr gomlu kirkjuni, Gamla kirkja nevnd, verður strikað undir, at vit taka ímóti og geva víðari. Tá ið til bar at byggja kirkju við Gøtugjógv, so er tað tí, at tað hava verið fólk undan okkum, sum hava tikið ímóti og givið víðari, so at eisini komandi ættir kunnu hoyra Guðs orð og fáa lut í Guðs frelsu við Jesusi Kristi.

Lofts- og veggjalampur

Seks loftslampur eru, og upprunaliga vóru 24 veggjalampur, tólv smáar og tólv stórar, allar úr glasi. Eftir at urgan varð sett upp eru nú tíggju smáar veggjalampur. Tær tólv stóru eru allar prýddar við einum krossi (maltesarakrossi, har hvør armur hevur tveir broddar).

Tólvtalið hongur saman við teimum tólv ápostlunum, ættfedrarnir hjá tí nýggja Ísrael, tí kristnu kirkjuni, sum aftur vísir til Ísraels tólv ættir og ættfedrar teirra, tólv synir Jákups. Tólvtalið vísir eisini veg frameftir ímóti einum komandi heimi, tær tólv trúnurnar, har teir tólv ápostlarnir skulu sita og døma Ísraels tólv ættir, og á tey tólv portrini inn í tað nýggja Jerúsalem. (Matt. 19,28; Op. 21,9 ff).

Listamaðurin býr í Kirkjubø, har vit í Kirkjubømúrinum síggja tólv innvígingarkrossar í múrinum. Í katólskari tíð var tað ein partur av rómverskkatólskari liturgi, tá ið ein kirkja varð vígd, at bispurin teknaði og salvaði tólv innvígingarkrossar – oftast vórðu teir málaðir á kirkjuveggin við kálkliting, men kundu eisini verða settir upp frammanundan eins og í múrinum í Kirkjubø. Eftir siðaskiftið varð hesin liturgiski siður tikin av, men hesir tólv krossarnir eru nú á teimum tólv stóru veggjalampunum – hóast teir ikki vórðu brúktir á serligan hátt, tá ið kirkjan varð vígd. Teir tólv krossarnir minna okkum tó á, at jødar og heidningar í trúnni á Jesus eru sameindir til eitt fólk, og Guðs kirkja er bygd á “grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus sjálvur er hornasteinurin” (Ef. 2,20).

Doypifuntur og prædikustólur

Vegurin inn í kristnu samkomuna er ígjøgnum dóp og trúgv, trúgv og dóp.

Dópsfatið er blátt sum havið, og havið krevur lív. Her minnast vit, at vit mugu doyggja fyri at liva. Vit verða fødd inn í henda heim sum vreiðinnar børn orsakað av arvasyndini (Ef. 2,3), men í dópinum drukna vit, doyggja vit – og rísa upp aftur til eitt nýtt lív sum Guðs børn (Róm. 6,4; Kol. 2,12).

Dópurin er bað “endurføðingar og endurnýggjanar í heilagum anda” (Tit. 3,5). Og tað leiðir okkum frá tí bláa havinum í dópsfatinum til stativið, sum heldur fatinum uppi. Tað er myndað sum eldslogar, og tá ið dópur er, verða tey sjey ljósini niðast tendrað. Eldur er mynd av Heilaga Andanum.

Dópur Jóhannes doyparans var ein umvendingardópur, meðan tann kristni dópurin er ein endurføðing. Jóhannes doyparin sigur: “Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg, er sterkari enn eg; og eg eri ikki verdigur at bera skógvar hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi.” (Matt. 3,11).

Tað, sum hendir í dópinum, hevur ikki bara týdning ein dag um vikuna, sunnudag, eins og Guðs orð, ið ljóðar frá prædikustólinum, heldur ikki bara hevur týdning ein dag um vikuna ella bara hevur týdning fyri eina síðu av einum mannalívi. Tað, sum hendir í dópinum og Guðs orðs boðan, viðvíkur øllum mannalívinum og øllum í einum mannalívi. Hetta kemur til sjóndar við, at eins og vikan hevur sjey dagar, so verða tey sjey ljósini tendrað, meðan dópur er, og dópsfatið og prædikustólurin hava sjey kantar.

“Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Krist Jesus, eru doypt til deyða hansara. Vit eru tí grivin við honum við dópinum til deyðans, til tess at eins og Kristus varð vaktur upp frá deyðum við dýrd faðirsins, soleiðis skulu vit eisini ganga í nýggjum levnaði. Tí at eru vit vorðin samgrógvin við hann í líkingini við deyða hansara, tá skulu vit eisini verða tað í líkingini við uppreisn hansara, við tað at vit vita hetta, at okkara gamla menniskja er krossfest við honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so at vit ikki longur skulu tæna syndini; tí at tann, sum deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini. Men eru vit deyð við Kristi, trúgva vit tí, at vit eisini skulu liva við honum, við tað at vit vita, at Kristus, vaktur upp frá deyðum, doyr ikki meir; deyðin hevur ikki longur vald á honum. Tí at tað, at hann doyði, doyði hann eina ferð fyri syndina; men tað, at hann livir, livir hann fyri Guði. Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Guði í Kristi Jesusi.” (Róm. 6,3-11).

Tá ið tað snýr seg um staðið hjá prædikustólinum, so er eingin føst regla hesum viðvíkjandi. Eftir trúbótina viðmælti sælandski biskupurin Peder Palladius, at prædikustólurin varð í suðursíðu av kirkjuni, tvs. til høgru. Móti suðri er dagsljósið, og skuldi hetta geva frægari ljós at lesa og hita í gomlum steinkirkjum. Í Gøtu kirkju er prædikustólurin í vinstru síðu. Prædikustólurin er rættuliga sjónligur, fyri at undirstrika týdningin av Orðsins boðan. Í summum kirkjum hava prædikustólar áskrift, sum t.d. 1. Pæt. 4,11: “Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð.”

Glasmosaikkurin frammi í kór

Í vinstru síðu síggja vit teir báðar ovastu rútarnar vísa okkum ta himmalsku dýrdina undan skapanini. Teir ljósu litirnar vísa á Guðs dýrd. Í tí triðja rútinum síggja vit skapanina: Ádam og Evu. Í tí fjórða rútinum síggja vit syndafallið: Evu og ormin. Í fimta rúti: Guð skapti kosmos “...og sí, tað var sera gott.” (1. Mós. 1,31). Men syndafallið merkti kaos (ruðuleiki, oyðing, undirgangur). Rúturin avmyndar hetta kaosið.

Miðjan í glasmosaikkinum aftan fyri altarborðið vísir heimin, sum vit liva í. Altarborðið er úr glasi, eins og kalikur, kanna, skál og diskur eru úr klárum glasi, við atliti til at glasmosaikkurin røkkur allan vegin niður á gólv. Litirnir í glasmosaikkinum eru í fyrstu syftu teir somu, sum vit síggja í kaosrútinum til vinstru. Vit liva í einum falnum heimi.

Vit síggja eitt fjall, har ein gjógv sker fjallið í tvíningar. Høgrumegin gjónna hómast ein lundi. Vinstrumegin gjónna síggjast leitandi fólk. Tey hyggja langtandi út á hav, og úti á havinum sæst ein bátur. Tey vóna, at báturin kemur trygt í havn. Høvdu tey onga vón, var eingin orsøk at hyggja og langta. Men meira enn einaferð er komið fyri, at báturin ikki kom í havn, men at teir, sum róðu út, vórðu verandi á havinum. Soleiðis er at liva í einum falnum heimi.

Men tað, sum tey langtandi fólkini síggja, er tvítýðugt. Tey síggja ikki bert bátin; tey síggja eisini Jesus. Guð er í Jesusi Kristi komin til okkum, og soleiðis hevur hann í honum birt eitt ljós í hesum falna heimi. Tískil er vón, hóast vónin um, at báturin kemur trygt í havn, kann bresta. Vónin er ankrað í trúnna á Jesus Kristus. Henda vón er ikki bundin at, hvussu tað gongst okkum í hesum heimi. Uttan mun til, um báturin kemur í land her á jørð ella ikki, so hava vit í trúnni á Jesus eina vón.

Í Hebrearabrævinum stendur: “Við tað at nú Guð vildi sýna arvingunum til fyrijáttanina enn ríkligari, hvussu óvikandi ráð hansara var, tá legði hann ein eið aftrat, fyri at vit við tveimum óvikandi lutum, har sum tað var ómøguligt, at Guð kundi ljúgva, skuldu hava eitt sterkt treyst, vit sum undan hava komist fyri at grípa vónina, sum er goymd til okkara, sum vit hava eins og akker sálarinnar, sum er trygt og fast og fer allan vegin inn um forhangið; hagar sum Jesus gekk inn, hann sum er fyrirennarin fyri okkum, við tað at hann er vorðin høvuðsprestur allar ævir, á Melkisedeks vísi.” (Hebr. 6,17-20).

Vón okkara: akker sálarinnar, sum bæði liggur trygt og fast og røkkur inn um forhangið, inn í tann himmalska halgidómin. Tí er vón í trúnni á Jesus, uttan mun til hvat hendir okkum í hesum heimi. Og tí er altíð eitt ljós omanfyri, eisini hóast vit uppliva at renna okkum í ein ógongda fjallasíðu, t.e., at vit síggja ongan veg, sum sæst í glasmosaikkinum í høgru síðu, ið kann verða skilt naturalistiskt: ein bátur, sum kemur inn ímóti einum fjalli. Oman fyri fjallið er ljós, sum eisini kann síggjast í samanhangi við ljósið í miðjuni á glasmosaikkinum sum tað ljós, sum Guð hevur sett í heimin at lýsa fyri okkum, sum ikki av okkum sjálvum megna at finna veg.

Henda vón er eingin ljósareyð sápubløðruoptimisma, sum bara sigur eina frasu: “oman fyri skýggini er himmalin altíð bláur”. Nei, vónin er ankrað í Jesusi, og tað er í honum, at vit finna tað ljós, sum myrkrið ikki fekk og ikki kann fáa bilbukt við (Jóh. 1,5). Tað er í trúnni á hann, at “vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað” (Róm. 8,28).

Myndin av Jesusi er tvítýdd. Í fyrstu atløgu kann tað tykjast at vera mynd av tí krossfesta Jesusi, uttan at vit kortini síggja sjálvan krossin. Hinvegin er tað ikki langafríggjadagsmyrkrið, sum sæst, men ljósið páskamorgun, sum møtir okkum. Jesus er tann, sum møtir okkum við útrættum ørmum og sigur: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt. 11,28). “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” (Luk. 14,17). Myndin av Jesusi kann bæði spegla krossfestingina langa fríggjadag og møtið við tann upprisna páskamorgun og framyvir samstundis.

Hann er mentur at føra okkum ígjøgnum lívsins ódnir og bjargað í land. Tí er eisini í dag orsøk at syngja sama sálm eftir Hans Thomissøn (1569), sum teir gomlu, tá ið teir fóru til útróðrar. Teir sungu á donskum, seinni føroyskaði Jákup Dahl.

“Nu flyr jeg til din nåde,
mig giver i din hånd,
du over mig må råde
til legem, sjæl og ånd;
den stund, jeg er i live,
jeg trøstes ved din pagt,
ved dit ord vil jeg blive,
til dig står alt min agt.”

“Nú leiti eg til tína náði
og gevi meg tær í hond,
tú hava skalt meg í ráði,
meg leiða skulu tíni bond.
Ta stund, eg á foldum eri,
meg lívga skal trygdin tín,
títt orð eg sum skjøldur beri,
til tín stendur hugur mín.”

Ein óvæntað villa er komin upp. Endurhlaða X

Tengir aftur við ambætaran...

Sambandið slitnaði... roynir aftur um sekund.

Tað eydnaðist ikki at tengja aftur. Royn aftur ella endurhlaða síðuna.

Tengingin er sett á bið.

Tað eydnaðist ikki at halda fram. Royn aftur ella endurhlaða síðuna.