Gøtu kirkja
Søga
Nýggja kirkjan í Gøtu, stendur í Gøtugjógv og varð vígd tann 25. juni í 1995 av biskoppi Hans Jacob Joensen. Drotning Margreta II var við til vígsluna, saman við biskuppum úr hinum norðanlondunum.
Nýggja kirkjan varð bygd orsaka av at gamla kirkjan var vorðin ov lítil. Arbeiði at fáa gongd á at byggja kirkjuna, varð borðið av Torkil Beder, táverandi sóknarpresti, saman við kirkjuráðnum.
Tróndur Patursson hevur prýtt kirkjuna við glaslist, sum fevnir um glasskermar til lampur inni í kirkjuni, og eyðkendu altartalvuna, sum er glaspartíið á niðaru síðu á kirkjuni.
Kirkjusóknin: Norðragøta, Gøtugjógv, Syðrugøta og Gøtueiði.
Vikuyvirlit
12. - 18. okt. 2026
Mán
12
Týs
13
Mik
14
Hós
15
Frí
16
Ley
17
Sun
18
Sun 18. okt